Koppseting

Koppseting til vaksin

Nógvar smittusjúkur hava vanliga eina milda sjúkugongd, men ávísir bólkar eru, sum eru í øktum vanda fyri at verða álvarsliga sjúk av smittusjúkum. Koppseting minkar ikki bert um vandan fyri at verða smittað/ur, men eisini um vandan fyri innlegging og í ringasta føri deyða. Í hesum sambandi fáa fólk í vandabólki tilboð um ókeypis koppseting fyri ávísar smittusjúkur so sum influensu.

02. oktober 2024

|

Koppseting

Sjúkur sum influensa og COVID-19 eru vandaleysar hjá teimum flestu, men fólk í ávísum bólkum, so eldri fólki og fólk við kroniskari sjúku, kunnu gerast álvarsliga sjúk, um tey verða smittað við hesum sjúkunum. Tí verður mælt hesum fólkum o.ø. til at koppseta seg móti influensu og COVID-19 á hvørjum ári.

Les nærri um hesar koppsetingar her.

Mælt verður eisini til, at barnakonur eftir viku 24 í burðartíðini fáa sær koppseting móti kikhosta fyri at verja nýfødda barnið, sum ikki hevur aldur at verða koppsett fyrstu tríggjar mánaðirnar. Henda koppseting verður veitt ókeypis.

Les meira um koppseting til barnakonur móti kikhosta her

Hevur tú ikki fingið koppseting móti ella verið sjúk/ur við meslingum, kanst tú fáa koppseting móti meslingum. Tað sama ger seg galdandi fyri kvinnur yvir 18 ár, sum ikki hava havt ella eru koppsettar fyri reydlingar. Hesar koppsetingar kunnu verða veittar sum ein MFR-koppseting.

Fólk í ávísum vandabólkum kunnu eisini fáa tilboð um ókeypis koppseting móti hepatitis B. Talan er um rúsevnismisnýtarar, sum spræna rúsevni inn í seg (injektiónsnarkomanar), fólk, sum búgva saman við ella hava kynsligt samband við ein persón, sum er smittaður við hepatitis B og persónar við hepatitis C.

Til ber at lesa nærri um ókeypis koppsetingartilboð í Føroyum í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti smittusjúkum her.