Hondreinføri
Hondreinføri í sjúkrahúsverkinum og á røktarøkinum
Besti prógvaði hátturin at fyribyrgja smittubreiðslu millum starvsfólk og sjúkling/borgara er hondreinføri.
01. desember 2024
|
Hondreinføri
Øll starvsfólk, sum hava samband við sjúklingar/borgarar, skulu brúka hondreinføri.
Í Føroyum verður støði tikið í almennu fyriskipanunum hjá Statens Serum Institut, og til ber at lesa nærri her (Værd at vide om håndhygiejne)
Hondreinføri skal brúkast:
áðrenn allar reinar mannagongdir
eftir allar ikki reinar mannagongdir
eftir at tú hevur brúkt handskar
Dømi um, nær hondreinføri skal verða brúkt:
áðrenn og eftir røktar-, viðgerðar- og kanningaruppgávur
áðrenn og eftir samband við slímhindur og húð, sum ikki er heil (t.d. sár, katetur, dren, sondur)
áðrenn aseptiskar og innræsnar (invasivar) mannagongdir
áðrenn handfaring av reinari, sóttreinsaðari ella sterilari útgerð
áðrenn máltíðir og handfaring av matvørum
millum reina og ikki reina uppgávu hjá sama sjúklingi/borgara
eftir samband við dálkaðar lutir, útgerð og yvirflatar
eftir at tú hevur verið á vesinum, hostað, njóst ella snýst tær
Sóttreinsan av hondunum verður brúkt, tá hendur, skøvningar og møguliga undirarmar eru sjónliga rein og turr. Tú skalt brúka 70-85% v/v ethanol við húðrøktarevni til at sóttreinsa hendurnar við. Húðin skal haldast fuktig í 30 sekund við sóttreinsingarevninum, sum verður gníggjað inn allastaðni, til húðin er heilt turr.
Hondvask verður brúkt, tá hendur, skøvningar og møguliga undirarmer eru sjónliga dálkað ella vát eins og tá tú hevur samband við sjúklingar/borgarar við smittandi diarré. Hendurnar skulu vaskast við lunkaðum vatni og sápu. Hendurnar verða skolaðar, sápa verður gníggjað inn alla staðni í 15 sek., síðandi verða hendurnar skolaðar aftur og at enda turkaðar.
Tá hendurnar eru vaskaðar, verða tær eisini sóttreinsaðar.
Sóttreinsan er fremsta valið, av tí at fleiri fyrimunir eru við sóttreinsan samanborið við at vaska sær um hendurnar, tí at sóttreinsan:
minkar munandi meira nøgdina av bakterium á hondunum
er mildari fyri hendurnar
tekur styttri tíð
krevur ikki eitt hondvask og kann gerast tætt við sjúklingin/borgaran
Treytir fyri hondreinføri
Fyri at hava gott hondreinføri krevst, at tú ikki hevur ur, ringar ella annað handprýði. Tú mást ikki langar ella eftirgjørdar negl, íroknað gellac, ella neglalakk. Eisini skulu arbeiðsklæðini hava stuttar ermar.
Kelda: Statens Serum Institut
Aðrar síður undir Hondreinføri