Hondreinføri

Hondreinføri á stovnum og skúlum

01. desember 2024

Børn eru í størri vanda fyri at verða smittað og gerast sjúk orsakað av bakterium og virusi enn frísk vaksin. Hetta kemst av, at immunverjan hjá teimum ikki er liðugt ment, og at tey ofta í sambandi við spæl eru í tøttum kropsligum sambandi hvørt við annað. Harumframt hava tey enn ikki lært seg góðar vanar viðvíkjandi reinføri.

Hondreinføri er besti skjalprógvaði hátturin at fyribyrgja smittubreiðslu. Tí skal hondreinføri uttan forðing kunna brúkast til hendur og undirarmar. Umráðandi er eisini, at børnini læra at vaska sær um hendurnar og at fáa greiðu á, nær tey skulu gera tað. Neyðugt er at hava rørsluligar førleikar fyri at megna at vaska sær um hendurnar á rættan hátt, og hetta krevur venjing. Tí skal frálæran lagast til aldur og førleikar hjá barninum.

Børn og starvsfólk vaska sær um hendurnar...:

  • tá hendurnar eru sjónliga dálkaðar

  • tá tey hava verið úti og spælt

  • tá tey hava havt samband við djór

  • áðrenn og eftir matgerð

  • tá arbeiðsgongd verður skift undir matgerð, t.d. eftir handfaring av grønmeti ella kjøti.

  • áðrenn og eftir eina máltíð

  • tá tey hava verið á vesinum

  • tá ein blæa er skift

  • tá tey hava hostað njóst í hondina ella í ein serviett.

Starvsfólk vaska sær um hendurnar...:

  • áðrenn og eftir at tey hava hjálpt til í sambandi við eina máltíð

  • tá tey hava hjálpt einum barni á vesinum

  • tá tey hava snýst sær

  • áðrenn og eftir at tey reinsa eitt sár

  • tá tey hava fingist við klædnavask

  • eftir handfaring av ruski

  • tá tey hava brúkt handskar

Vatn og sápa frá automat verða brúkt til at vaska sær um hendurnar. Í sambandi við nýggja installering verður mælt til at seta upp automatiskar vatnkranar, tí teir kunnu bróta smittuvegin. Einnýtishandklæði verða brúkt til at turka sær um hendurnar við. Tað forðar fyri, at breiða skitt og smittu millum persónar við handklæðinum. Luftturkarar kunnu ikki viðmælast, tí teir breiða bakteriur í luftini, meðan teir blása. Ur, armbond og ringar eru góð goymistøð hjá bakterium og virusi, og hesi forða fyri, at hendurnar verða vaskaðar, sum tær skulu. Tí eiga ur og ringar ikki at verða brúkt á dagstovnum. Eisini verður mælt frá at brúka neglalakk, av tí at skittur undir neglunum ikki sæst, tá tú brúkar neglalakk. Neglalakk kann eisini skjótt fáa ein ójavnan yvirflata, har skittur kann leggja seg. Mælt verður eisini frá at brúka eftirgjørdar negl av reinførisávum.

Umframt at vaska sær um hendurnar kunnu starvsfólk brúka sóttreinsan av hondunum, tó ikki til skitnar ella vátar hendur. Tá tú hevur verið á vesinum, skulu hendurnar fyrst vaskast við sápu og vatni. Tá tær eru turkaðar, kann starvsfólkið sóttreinsa hendurnar.

Mælt verður frá at brúka sóttreinsan til børn, men at børnini í staðin vaska sær um hendurnar við sápu og vatni. Grundgevingin er, at børnini skulu uppbyggja góðar vanar við at vaska sær um hendurnar. Harumframt verður mett, at íløt við sóttreinsanarevni kunnu hava við sær ein ávísan trygdarvanda í einum umhvørvi við smáum børnum, tí børnini læra skjótt at skrúva lok av, eins og tey hava hug til at koyra alt í munnin.

Kelda: Sundhedsstyrelsen: ”Håndbog om hygiejne og miljø i dagtilbud”