Genomvísindi
Hjáfinningar
Ein hjáfinning er, tá tú í eini heilsukanning, t.d. eini genomkanning, av tilvild finnur dátur, sum liggja uttan fyri ásetta kanningarøkið og vísa á ein møguligan øktan vanda fyri sjúku.
18. november 2024
Tá ið ein hjáfinning verður gjørd í sambandi við t.d. eina granskingarverkætlan, verður mett í hvørjum einstøkum føri, hvørja ávirkan ílegubrekið hevur á einstaka luttakaran og skyldfólk hansara. Er talan um eitt ílegubrek, sum elvir til sjúku, sum við vissu kann fyribyrjast ella viðgerast, hevur kliniski ábyrgdarhavin skyldu til at boða luttakaranum frá hjáfinningini, at veita neyva kunning og arvafrøðiliga ráðgeving. Slík afturboðan verður altíð gjørd út frá gjølligari læknafakligari meting, sum er gjørd í samráði millum kliniska ábyrgdarhavan í verkætlanini og í minsta lagi ein óheftan serfrøðing í ílegusjúkum.
Aðrar síður undir Genomvísindi