FarGen
Granska í FarGen-dátum
Hevur tú áhuga fyri at granska í dátum úr FarGen-dátugrunninum, kanst tú venda tær til okkara at frætta nærri um møguligt samstarv. Vit eru áhugað í samstarvi við lærustovnar, vinnulív, granskarar, lesandi og onnur.
18. november 2024
Tosa við okkum um, hvørjum dátum tú hevur tørv á. Tað kann t.d. vera ávísir sjúkubólkar, útvaldar familjur ella ein samanberingarbólkur til case/control-kanningar.
Hvør kann søkja?
Granskarar skulu vera knýttir at einum granskingarstovni, tvs. einum hægri lærustovni ella einum sjúkrahúsi, fyri at fáa atgongd til FarGen-dátur. Lesandi kunnu eisini brúka FarGen-dátur, men tá er tað vegleiðarin, sum má søkja um atgongd vegna tann lesandi.
Dátugrunnurin
FarGen-dátugrunnurin inniheldur ílegudátur um føroyingar. Uml. 1.500 blóðroyndir vórðu tiknar til FarGen 1 og eru hesar partvíst lisnar (sekventeraðar) og goymdar sum talgildar dátur. Dáturnar eru til taks til góðkendar granskingarverkætlanir innan heilsuøkið. Vit eru í gongd við av savna blóðroyndir til FarGen 2, og 1. nov. 2024 vóru um 3.200 blóðroyndir savnaðar til stig 2 av verkætlanini.
Les leiðreglurnar fyri umsiting og nýtslu av FarGen-dátum.
Luttakarar til granskingarverkætlan
Luttakarar í møguligum granskingarverkætlanum skulu geva samtykki til luttøku í hvørji einstakari verkætlan. Tað er Heilsustýrið, sum samskiftir við møguligar luttakarar til tína verkætlan og setur saman ein hóskandi luttakarabólk, og vanliga fært tú sum granskari bert atgongd til navnloyndar dátur. Til ber tó eisini at útvega luttakarar til verkætlanir, har nærri kanningar verða gjørdar saman við luttakarunum, t.d. at kanna venjingarstøðu, lívsstíl e.l. Úrslitini frá hesum kanningunum kunnu so verða brúkt saman við ílegudátum.
Mannagongd
Tú kanst fáa atgongd til FarGen-dátur við einum sáttmála við Heilsustýrið. Sáttmálin gevur tær rættindi til at granska í ávísum tilfari eitt avmarkað tíðarskeið og til at geva út ávísa nøgd av vísindaligum greinum. Fyri at fáa sáttmála í lag er krav at tú lýkur nakrar treytir, og at tú hevur góðkenningar frá viðkomandi myndugleikum:
Kliniskur ábyrgdarhavi
Góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini (registaragransking undantikin)
Góðkenning frá Heilsustýrinum
Verkætlanin skal fylgja ásetingunum hjá Dátueftirlitinum
Sáttmáli við Heilsustýrið
Les nærri um mannagongd og ymsu góðkenningarnar hjá Heilsustýrinum her.
Aðrar síður undir FarGen