PKU-kort
Viðgerð av persónupplýsingum
Statens Serum Institut (SSI) er dátuábyrgdari fyri ta viðgerð av persónupplýsingum, sum SSI fremur í sambandi við kanningarnar. Tað merkir, at SSI skal tryggja sær, at reglurnar um viðgerð av persónupplýsingum verða hildnar og fara fram við hóskandi trygd.
09. desember 2024
Hóast royndir og eitt avrit av elektronisku upplýsingunum verða avhendað til Heilsustýrið eftir uml. 12 mánaðir, so fer SSI framhaldandi at goyma elektroniskar upplýsingar um royndirnar. Hetta kemst av, at SSI við atliti at starvsstovugóðkenning hevur skyldu til at kunna skjalprógva, júst hvørjar royndir eru tiknar úr hvørjum frystara. Elektronisku dáturnar verða ikki strikaðar hjá SSI, av tí at SSI framvegis fer at hava skyldu til at skjalfesta sítt virksemi.
SSI viðger persónupplýsingar við heimild í grein 6, stk. 1, litra c og e, í dátuverndarkunngerðini[1], samb. § 222 í heilsulógini[2], av tí at viðgerðin er neyðug fyri at kunna greiða eina uppgávu, sum er áløgd SSI. Viðgerðin av viðkvomum upplýsingum fer harumframt fram við heimild í § 7, stk. 3 í dátuverndarlógini, grein 9, stk. 2, litra h og i, í dátuverndarkunngerðini og í § 222 í heilsulógini, við tað at neyðugt er at viðgera upplýsingarnar við atliti at fyribyrgjandi sjúkuviðgerð og medisinskari diagnostisering og við atliti at samfelagsáhugamálum á fólkaheilsuøkinum.
SSI viðger upplýsingar um p-tøl/CPR-nummur við heimild í § 11, stk 1, av tí at viðgerðin er neyðug fyri eintýtt at kunna eyðmerkja royndir.
[1]: Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) 2016/679 af 27. april 2016 om beskyttelse af fysiske personer i forbindelse med behandling af personoplysninger og om fri udveksling af sådanne oplysninger og om ophævelse af direktiv 95/46/EF.
[2]: LBK nr. 1011 af 17/06/2023 Sundhedsloven.
Spurningar um viðgerð av persónupplýsingum hjá SSI
Hevur tú spurningar um viðgerðina av persónupplýsingum hjá SSI um teg ella tíni børn, kanst tú seta teg í samband við SSI við Digital Post. Tú kanst eisini venda tær til deildina hjá SSI fyri Dátuvernd og Kunningartrygd á ssidatabeskyttelse@ssi.dk ella á tlf. 40 46 00 83, týsdagar og hósdagar kl. 9.00-15.00. Til ber eisini at senda bræv til:
Statens Serum Institut
Artillerivej 5
2300 København S
Att: SSI Databeskyttelse og Informationssikkerhed.
Tú kanst eisini venda tær til felags dátuverndarráðgevan hjá Innanríkis- og Heilsumálaráðnum (DPO) á telduposti: databeskyttelse@sum.dk ella við brævi til:
Indenrigs- og Sundhedsministeriet
Slotsholmen 10-12
1216 København K
Att. Databeskyttelsesrådgiver.
Spurningar um viðgerð av persónupplýsingum í Føroyum
Hevur tú spurningar um viðgerð av persónupplýsingum í Føroyum um teg ella tíni børn, kanst tú venda tær til Heilsustýrið:
Heilsustýrið
Eirargarður 2, 2. hædd
FO-100 Tórshavn
Føroyar
Tlf.: +298 309060
Teldupostur: hst@hst.fo
Kæruvegleiðing
Í Danmark kanst tú kæra til Datatilsynet um viðgerð av upplýsingum hjá SSI um teg ella tíni børn. Samband fæst við Datatilsynet á www.datatilsynet.dk ella her:
Datatilsynet
Carl Jacobsens Vej 35,
2500 Valby
Teldupostur: dt@datatilsynet.dk
Tlf.: +45 33 19 32 00
Í Føroyum kanst tú kæra til Dátueftirlitið um viðgerð av upplýsingum hjá Heilsustýrinum um teg ella tíni børn. Samband fæst við Dátueftirlitið á www.dat.fo ella her:
Dátueftirlitið
Heiðavegur 25
FO-600 Saltangará
Teldupostur: dat@dat.fo
Tlf.: +298 309100
Til ber at lesa meira her.