COVID-19

Vandabólkar

Hóast øll kunnu verða smittað við COVID-19, so eru nøkur, ið eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av COVID-19. 

14. november 2024

|

COVID-19,

Korona

Tey, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av COVID-19, eru:

  • Eldri, serstakliga eldri yvir 80 ár.

  • Persónar við kroniskum sjúkum.

  • Persónar við hjartaæðrasjúkum (ikki galdandi fyri væl viðgjørt høgt blóðtrýst).

  • Persónar við kroniskari lungnasjúku (ikki galdandi fyri væl viðgjørt astma (brósttrongd)).

  • Persónar við veikari immunverju (viðføtt ella orsakað av heilivági ella sjúku, sum lækkar immunverjuna, t.d. AIDS).

  • Persónar við diabetes 1 og 2.

  • Persónar við krabbameini.

  • Børn við kroniskum sjúkum.

  • Barnakonur (fyri at verða varin).

Mælt verður til, at tey, sum eru 65 ár ella eldri og tey, sum eru í vandabólki verða koppsett á hvørjum ári móti COVID-19 og influensu. 

Les meira um koppseting móti COVID-19 her.

Húski hjá persónum í vandabólki

Eins og persónar, sum eru í vandabólki eiga at vera ansnir, tá smitta við COVID-19 herjar, so eiga eisini húskini hjá teimum at vísa serlig atlit í sambandi við smittu. 
Mælt verður til ikki at fara har, sum nógv fólk eru savnað, eins og at hava serliga gott handreinføri. Fylg annars ráðunum um reinføri í sambandi við COVID-19:

  • Vaska tær væl og ofta um hendurnar.

  • Hosta ella njós í ermuna – ikki í hendurnar.

  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.

  • Halt eyga við reinføri bæði heima og til arbeiðis.

  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.

  • Kennir tú teg sjúka/n ella hevur sjúkueyðkenni, verð so heima, soleiðis at tú ikki smittar onnur.

Aðrar síður undir COVID-19