COVID-19

Sjúkueyðkenni

Sjúkueyðkenni vísa seg 1-7 dagar eftir, at tú ert smittað/ur. Tey flestu fáa sjúkueyðkenni eftir tveimum til fýra døgum.

14. november 2024

|

COVID-19,

Korona

Vanlig sjúkueyðkenni

Vanliga minna sjúkueyðkennini um aðrar krímsjúkur. Tú kanst fáa krím, ilt í hálsin, vøddapínu, turran hosta og fepur. Av somu orsøk kann vera torført at skyna mun á vanligari krímsjúku og COVID-19, og tú hevur vanliga ikki brúk fyri læknahjálp, tá ið sjúkan er á hesum støðinum.

Vanligu sjúkueyðkennini eru:

  • Turrur hosti

  • Hosti við slími

  • Fepur

  • Kuldakensla ella kuldaskjálvti

  • Høvuðpínu

  • Mistur luktsansur

  • Mistur smakksansur

  • Tipt ella rennandi nøs

  • Møði

  • Vødda- og/ella liðpína umframt pína í kroppinum

Summi fáa hinvegin sterkari sjúkueyðkenni. Eftir fýra til sjey dagar verður hostin verri, fepurin verður hægri, og tú kanst vera tung/ur fyri ondini. Summi fáa so ringan lungnabruna, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús.

Kennir tú teg álvarsliga sjúka/n, ring so til kommunulæknan beinanvegin. Uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar eigur tú at ringja á 1870. Tað er sera umráðandi, at tú ringir fyrst og ikki bara møtir upp hjá lækna.

Sjúkugongd

Tað er ymiskt, hvussu leingi tú hevur sjúkueyðkenni. Hjá teimum, sum fáa milda krímsjúku, hvørva sjúkueyðkennini vanliga eftir tveir til seks dagar, meðan onnur hava sjúkueyðkenni í longri tíð.

Í heimshøpi higartil hevur meginparturin av teimum smittaðu fingið milda krímsjúku, meðan lutvíst fá fólk eru vorðin so álvarsliga sjúk, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús.

Aðrar síður undir COVID-19