FarGen
Samtykki og afturtøka
Lógin ásetir, at luttakarar í heilsugransking skulu lata eitt samtykki um sína luttøku í eini verkætlan, og umráðandi er, at hetta samtykkið byggir á nøktandi kunning um, hvat luttøkan inniber.
14. november 2024
|
FarGen,
Samtykki
Luttakarar í FarGen-verkætlanini skulu skriva undir eitt kunnað samtykki - eisini rópt samtykkisváttan. Kunnaða samtykkið skal tryggja, at tú sum luttakari hevur fingið nøktandi kunning um verkætlanina og tína luttøku í henni. Tú skalt hava lisið kunningarskjalið, Luttakarakunning um FarGen 2, væl, og við tíni undirskrift váttar tú m.a., at tú luttekur sjálvboðið, at royndir verða tiknar av tær og at tínar dátur verða brúktar til tey endamálini, sum eru lýst í kunningarskjalinum.
Sambært lóg má eingin viðgerð ella kanning fara fram, uttan at luttakarin hevur latið sítt samtykki.
Afturtøka
Luttøka í FarGen er sjálvboðin, og tú kanst altíð taka teg úr verkætlanini og biðja um, at tínar royndir og tínar dátur verða burturbeindar. Tær nýtist ikki at grundgeva fyri afturtøkuni. Dátur, sum longu eru brúktar í eini verkætlan, eru partur av vísindaligari grein ella hagtølum, verða varðveittar. Óbrúktar dátur verða strikaðar.
Tekur tú títt samtykki um luttøku í FarGen aftur, verður tú ikki boðin við í nýggjar granskingarverkætlanir, sum brúka FarGen-dátur. Hevur tú longu samtykt at luttaka í eini ella fleiri granskingarverkætlanum gjøgnum FarGen, heldur tú fram sum luttakari í hesum verkætlanum.
Tín afturtøka ávirkar á ongan hátt tíni rættindi til viðgerð í heilsuverkinum framyvir.
Vend tær til Heilsustýrið á fargen@fargen.fo ella tlf. 233051, um tú vilt taka teg úr FarGen-verkætlanini.
Aðrar síður undir FarGen