FarGen
Kanningar og afturboðan
Kanningarnar, sum verða gjørdar av luttakarunum í FarGen 2, fevna um nøkur kropslig mát, eina genomkanning og nakrar biokemiskar kanningar. Eisini skal luttakarin fylla út eitt spurnablað um sína bakgrund, heilsu, hugburð o.a.
02. oktober 2024
|
FarGen 2
Kanningar í sambandi við FarGen 2 hava verið gjørdar kring landið síðani 2022. Málið er at røkka 3.500 luttakarum, og nú er skjótt komið á mál. Tí verður farið meira miðvíst eftir ávísum bólkum í løtuni, sum mangla í luttakarabólkinum. Tí er bókingarskipanin kanning.fargen.fo heldur ikki altíð opin.
Tá ið ein luttakari møtir til blóðtøku tryggja vit okkum, at hann hevur latið okkum neyðugu skjølini, tvs. undirskrivaða samtykkisváttan og eitt útfylt spurnablað.
Biokemiskar kanningar
Biokemisku kanningarnar fevna í høvuðsheitum um: Immunverju, blóðprosent, vitaminir, jarn, nýru, livur, kolesterol, blóðsukur og stoffskifti.
Biokemiskar kanningar
Biokemisku kanningarnar fevna í høvuðsheitum um: Immunverju, blóðprosent, vitaminir, jarn, nýru, livur, kolesterol, blóðsukur og stoffskifti.
Mannagongdin er síðani henda:
Blóðtrýst og pulsur verða mátað.
Hædd, mjadna- og miðjumát verða tikin.
Á eini in-body vekt verða m.a. hesi mát tikin: vekt, feittprosent og vøddamassi.
Lungna- og eygnavirkni verða mátað.
Blóðroynd verður tikin av tær til eina genomkanning og biokemiskar kanningar.
At enda kanst tú lata okkum eina landroynd.
Afturboðan
Í sambandi við tína luttøku fært tú eitt avrit av úrslitunum í kropsligu kanningini. Tú fært eisini afturboðan um biokemisku úrslitini seinni. Eru biokemisku úrslitini í lagi, fært tú yvirskipað boð um, at alt sær út til at vera í lagi, tvs. at úrslitini verða ikki útgreinað. Eru úrslit, sum eftir læknafakligari meting víkja ov nógv frá tí normala, setir kliniski ábyrgdarhavin seg í samband við teg.
Dáturnar frá genomkanningunum verða einans viðgjørdar við granskingarendamáli, og tí fært tú onga afturboðan um hesar kanningarnar. Tó kann av tilvild verða komið fram á dátur, sum vísa á ein møguligan øktan vanda fyri sjúku, sonevndar hjáfinningar.
Hjáfinningar
Í sjáldsomum førum kann ein hjáfinning koma fyri. Ein hjáfinning er eitt hjáúrslit, sum liggur uttan fyri kanningarøkið í ávísu verkætlanini, og sum verður funnið av tilvild. Er talan um sjúku, sum kann fyribyrgjast ella viðgerast, hevur kliniski ábyrgdarhavin skyldu at kunna teg um hetta og syrgja fyri, at tú fært nágreiniliga frágreiðing og arvafrøðiliga ráðgeving. Ein tílík afturboðan verður altíð gjørd út frá gjølligari læknafakligari meting, sum er gjørd í samráði millum kliniska ábyrgdarhavan í verkætlanini og í minsta lagi ein óheftan serfrøðing í ílegusjúkum.
Av tí at talan er um granskingardátur og ikki kliniskar dátur, eru sannlíkindini fyri hjáfinningum lítil.
Aðrar síður undir FarGen