Koppseting til vaksin
Koppseting móti kikhosta til barnakonur
07. november 2024
Í Føroyum kunnu kvinnur, sum eru við barn, fáa ókeypis koppseting móti kikhosta frá 24. barnsburðarviku. Endamálið við koppsetingini er at verja barnið fyrstu mánaðirnar, til barnið sjálvt kann verða koppsett, tá tað er tríggjar mánaðir gamalt.
Kikhosti kann vera ein álvarslig og í ringasta føri lívshóttandi sjúka hjá pinkubørnum. Tá barnakonur verða koppsettar móti kikhosta, fær fostrið andevni móti kikhosta frá mammuni. Soleiðis verjir koppsetingin barnið móti kikhosta fyrstu mánaðirnar eftir, at tað er føtt.
Tú bíleggur tíð til koppseting móti kikhosta hjá tínum kommunulækna.
Hóast mamman fær hesa koppseting í burðartíðini, verður mælt til at barnið eisini verður koppsett aftur móti kikhosta sambært barnakoppsetingarætlanini, tvs. tá tað er 3, 5 og 12 mánaðir gamalt. Tað er umráðandi, at barnið verður koppsett til tíðina fyri at fáa bestu verjuna.
Les meira um barnakoppseting her.