Koppseting móti influensu og COVID-19
Spurt og svarað um koppseting móti influensu og COVID-19
08. november 2024
Hvør fær tilboð um ókeypis koppseting fyri influensu og COVID-19?
Tilboðið um ókeypis koppseting er ætlað teimum, sum eru í øktum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av smittuni. Tey, sum fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri influensu og COVID-19, eru m.a.:
• Persónar, sum eru 65 ár ella eldri
• Fyritíðarpensjónistar
• Persónar, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, um teir verða smittaðir
• Persónar, sum hava ávísar sjúkur ella niðursetta immunverju
• Húskini hjá persónum, sum eru í serligum vandabólki
• Heilsu- og røktarstarvsfólk
Nær kann eg verða koppsett/ur?
Tilboðið um ókeypis koppseting er vanliga galdandi í tíðarskeiðnum frá 1. oktober til jóla.
Fái eg eina innbjóðing?
Lýst verður, tá til ber at fáa ókeypis koppsetingarnar, og tú biður tíð hjá tínum kommunulækna.
Hvar fái eg koppsetingina?
Tú bíleggur tíð hjá tínum kommunulækna, sum eisini veitir tær koppsetingarnar.
Eru nøkur hjáárin av koppsetingini?
Allar koppsetingar hava hjáárin, eisini koppsetingarnar fyri influensu og COVID-19. Summi fáa fepur, høvuðpínu ella verða eym, har stungið varð. Talan er í hesum førum um vanlig hjáárin, sum javna seg.
Tað er ógvuliga sjáldsamt, at fólk fáa ógvusliga allergiska reaktión av eini koppseting. Um tú áður hevur fingið eina allergiska reaktión av eini koppseting, eigur tú at tosa við læknan um tað, áðrenn tú verður koppsett/ur.
Tá mett verður um, hvørt ein koppseting skal standa ávísum málbólki í boði, verður hædd tikin fyri bæði effektini og hjáárinunum av koppsetingini. Tað er bæði kent og væntað, at koppsetingin fyri COVID-19, eins og allar aðrar koppsetingar og heilivágur, kann hava við sær hjáárin. Við støði í verandi vitan verður mett, at effektin av koppsetingunum við at fyribyrgja álvarsligari sjúku stendur mát við vandan fyri hjáárinum.
Um tú hevur illgruna um varandi hjáárin eftir koppseting fyri COVID-19, kanst tú seta teg í samband við egnan lækna at umrøða tað.
Hví verður ikki mælt fólki undir 65 ár til at koppseta seg fyri influensu og COVID-19?
Greitt er, at høgur aldur er størsti vandatátturin fyri eini álvarsligari sjúkugongd við influensu og COVID-19. Tí er meginreglan, at fólk undir 65 ár bert fáa tilboð um ókeypis koppseting, um tey hava ávísar sjúkur ella eru í vandabólki annars fyri at gerast álvarsliga sjúk.
Kann eg verða koppsett/ur, um eg eri sjúk/ur?
Um tú hevur 38℃ í fepri ella meira, ella hevur tú eina álvarsliga infektión so sum lungnabruna, so skalt tú bíða við koppsetingini.
Tú kanst verða koppsett/ur, um tú bert hevur eitt vet av fepri ella ert forkølað/ur.